Tummas selir skipini

Nógv bendir á, at ísfiskatrolararnir, Vestmenningur og Fram, ikki vera heimahoyrandi í Vestmanna leingi aftrat. Leingi hevur ljóðað, at Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli, hevur boðið sær at keypa ísfiskatrolararnar, Vestmenning og Fram, fyri eitt ávíst tal av miljónum.

Portalurin hevur áður spurt Tummas Christophersen, reiðara, um hann hevur ætlanir um at selja skipini.

- Eg havi eisini hoyrt um, at eg ætli mær at selja, men hatta havi eg onga viðmerking til, segði hann nakað herfyri, tá vit spurdu hann.

Nógv bendir tó á, at Vestmenningur og Fram ikki vera leingi heimahoyrandi í Vestmanna leingi aftrat.

Portalurin hevur í kvøld frætt, at sølan bara biðar eftir, at pappírini eru klár - og so verða skipini seld til Klaksvíkar.

Vit vita einki við vissu, men livst, so spyrst.

Tað hevur eisini ljóðað, at klaksvíkingar liggja úti eftir hinum vestmannatrolaranum, Vesturbúgvanum, sum partrolar saman við Eysturbúgvanum.