Menninir hjá Kyndli tykjast at hava fótað sær aftur í FTZ-deildini eftir eina marrubyrjan upp á kappingarárið. Í kvøld bleiv tað til triðja sigurin á rað, tá ið Team Klaksvík var og vitjaði í høvuðsstaðnum.
Tað var serliga ein leikari, sum gjørdi um seg hjá Kyndli. Tað var Tummas Pauli Hanusarson, sum skeyt heili 14 av málunum í kvøldsins 25-21-sigri. Fýra av málunum vóru umvegis brotskast. Støðan í hálvleikssteðginum var 11-8 til Kyndil.
Við sigrinum í kvøld hevur Kyndil nú lyft seg úr botninum og hevur fingið samband við miðjuna á stigatalvuni, har teir eru javnir í stigum við Team Klaksvík og VÍF. Tey liðini hava átta stig, tó at VÍF hevur spælt ein dyst færri.
Tapið hjá Team Klaksvík í kvøld var tað triðja á rað. Seinasti sigur teirra varð vunnin fyri einum mánaða síðani, tá ið tað gjørdist til tepran 26-25-sigur á heimavølli ímóti StÍF.
Kyndil – Team Klaksvík 25-21 (11-8)
Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 14, Rógvi Dal Christiansen 3, Hjalti M. Jacobsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Jóni Guttesen 2, Rani Ellingsgaard 1
Team Klaksvík: Finnur Hansson 9, Hørður Fannar Sigtórsson 4, Birgir Poulsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellingsgaard 1, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Hans Arni B. Thomsen 1










