Tummas og Thomas Juul eru spentir uppá klassikaran (FM1)

(FM1) Hoyr upptaktsprátið Tróndur Arge hevði við formannin í KÍ og nevndarlimin í HB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktssamrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1, har Tróndur Arge prátaði við formannin í KÍ, Tummas Lervig og nevndarlimin í HB, Thomas Juul S. Thomsen.

 

Samrøðan var gjørd í KÍ-hølinum sum er á loftinum í KÍ-høllini.

 

Navnarnir eru spentir í hvør sínum lagi, og teir tippa báðir sigrar til síni lið. Teir viðgangi báðir, at teir eru meir enn spentir til klassikkaran við Djúpumýru í Klaksvík. Dysturin byrjar klokkan 18, og Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

HERber til at hoyra upptaktssamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við KÍ-legenduna, Jan B. Andreasen og HB-legenduna, Gunnar Mohr.