Tummas: Mær dámar væl at syngja í kóri

Í annaðkvøld verður árliga Lucia-konsertin, har m.a. barnakórið "Dropar" fer at syngja. Í kórinum eru fleiri dreingir, teirra millum Tummas Sigvardsen.

Havn: - At syngja?! Tað er bara fínt at syngja!
Ein av ungu sangarunum, sum fer á pallin í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld er 13 ára gamli Tummas Sigvardsen úr Havn.
Hann hevur í eini tvey ár sungið við í barnakórinum "Dropar" undir leiðslu av Sigrið Sivertsen. Og nú skal hann enn einaferð á pall.
- Jú, tað dámar mær væl. Vit syngja so nógvar fínar sangir, sigur hann við Sosialin.
Barnakórið Dropar er eitt av fleiri innsløgum við árligu Lucia-konsertina, har nógvur sangur og tónleikur er á skránni, - og sjálvandi eisini Lucia-gongd.

Drongur í kóri
Týsdagin í farnu viku møtti Tummas spentur upp, saman við hinum ungu til enn eina venjing.
Á skránni fyri hesa venjingina var konsertin í annaðkvøld. Seinastu tveir mánaðirnar hevur Fimmboði Lisberg vant kórið, meðan Sigrið Sivertsen var upptikin við tí sangliga partinum av Ronju Ránsmannadóttur.
Við konsertina í morgin fer Sigrið at leiða kórið, meðan Fimmboði tekur sær av tí tónlistarligu leiðsluni.
Saman við øllum hinum møttu tey henda seinnapartin, og fóru beinanvegin í gongd við eitt av løgunum, sum tey skulu framføra í annaðkvøld.
Tummasi dámar væl at syngja, og fyri hann er líkamikið, hvat onnur  ella rættari sagt: aðrir dreingir  halda um tað.
- Eg veit, at tað er ikki vanligt hjá dreingjum at syngja í kóri. Onkur heldur tað kanska vera snedigt, men mær dámar tað væl í øllum førum.
- Tað er tí, at eg framvegis eri við, sigur hann. Hann er tó langt frá einsamallur drongur í hesum barnakórinum.
Hann byrjaði at syngja, tí beiggi hansara sang við í kóri.
- Eg var eitt sindur øvundsjúkur inn á hann, og tí fór eg uppí kórið, sigur Tummas.
Og síðani hevur hann sungið.




Lucia-konsertin

Á skránni fyri Lucia-konsertina í annaðkvøld er hetta á skránni:
 Tórshavnar Ungdómshornorkestur
 Ein bólkur við tvørfloytum
 Solo- og duett: Erla Bech Jensen og Jóannes Lamhauge
 Barnakórið Dropar
 Ung Stjørnuskot
 Luciagongd
 Felagskór saman við øllum tónleikarunum