Flogbóltssambandið hevur sett Tummas Óla Mortensen og Jan Hentze sum dómarar til teir fýra FM-finaludystirnar í flogbólti, sum verða spældir á Eiði leygardagin og sunnudagin.
Leygardagin verður Tummas Óli fyrsti dómari í dystinum millum kvinnurnar hjá SÍ og TB, og Jan verður fyrsti dómari til mansdystin millum SÍ og Mjølnir. Sunnudagin býta teir um, so tá verður Jan fyrstidómari í kvinnudystinum og Tummas Óli í mansdystinum.
Leygardagin er kvinnufinalan millum SÍ og TB klokkan 14 og mansfinalan millum SÍ og Mjølnir klokkan 16, og sunnudagin er kvinnufinalan klokkan 15 og mansfinalan klokkan 17. Atgongumerki til báðar finaludagarnar fáast fyri 100 krónur.










