Tummas Lervig tekur stafettina eftir Petur Gaardlykke

Lions Club Eysturoy/Klaksvík hevur nú fingið nýggjan forseta, sum tekur við eftir Petur Gaardlykke, sum hevur verið forseti seinastu tvey árini.

Tummas Lervig (v.m.) tekur við sum nýggjur forseti í Lions Club Eysturoy/Klaksvík eftir Petur Gaardlykke.

Forsetaskifti hevur verið í Lions Club Eysturoy/Klaksvík, sum hevur 53 ár á baki og er næst elsti Lions-klubbur í Føroyum.

 

Skipanin við forsetasessinum er tann, at eingin kann sita sum forseti meira enn tvey ár í senn, og tí er forsetaskifti fastur táttur á øðrum hvørjum ári.

 

Nýggi forsetin hevur havt tvey ár at fyrireika seg til uppgávuna, tí skipanin er soleiðis, at komandi forsetin fyrst situr tvey ár sum varaforseti, so hann er ílatin til at taka uppgávuna á seg.

 

Nevndin í Lions Club Eysturoy/Klaksvík sær soleiðis út hesi næstu tvey árini: Tummas Lervig er forseti, Jan E. Petersen, varaforseti, Petur Gaardlykke, skrivari, og Jóhan Petersen er kassameistari.

 

Tummas Lervig (v.m.) tekur við sum nýggjur forseti í Lions Club Eysturoy/Klaksvík eftir Petur Gaardlykke.