Tummas Lervig: Hetta er ein stór frustratión

Formaður í Kí hedur lítið um støðuna, men hevur fingið lovað svar úr UEFA skjótt

Hetta er størsta rokið um ein evropesiskan dyst í føroyskari fótbóltssøgu. Champions league dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava bleiv útsettur tvær ferðir, tí korona bleiv staðfest í hópinum hjá gestunum úr Slovakia.

Eftir ætlan skal vinnarin av dystinum millum KÍ og Slovan Bratislava spæla í 2. umfari av Champions League undankappingini mikukvøldið. Dysturin verður móti Young Boys í Sveis. Upprunaliga skuldi KÍ fara avstað í dag, men nú er alt útsett til í morgin, tí klokkan er blivin ov nógv til at ferðast í dag.

- Hetta er ein stór frustratión fyri okkum. Vit hava sitið klárir at fara síðani klokkan 9, men nú er alt útsett til í morgin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Hann leggur afturat, at hópurin er avslappur og hevur tamarhald á støðuni, hóast tað valdar óvissa um KÍ skal spæla, og nær teir sleppa avstað um so verður. Formaðurin í KÍ hevur tó fingið at vita, at ein avgerð fyriliggur skjótt.

- Vit hava fingið upplýst gjøgnum føroyska Fótbóltssambandið, ið hevur verið í samband við UEFA, at eitt svar fyriliggur skjótt, leggur Tummas Lervig afturat.

 ##med2##

Upprunaliga skuldu KÍ og Slovan Bratislava spæla mikukvøldið, men tað bleiv útsett til fríggjadagin, tí korona var í hópinum hjá gestunum. Tá so eykaliðið kom vegin fram var aftur ein positiv test, og tað er eftirspælið av hesum, sum er í gongd nú.

##ms##