Tummas Lervig 50 ár

Í dag fyllir Tummas Lervig í Klaksvík 50 ár. Tummas varð føddur í Leirvík, men flutti sum smádrongur til Skála at búgva. Foreldrini vóru Elinborg og Johan Lervig. Pápin varð smiðjumeistari á Skála Skipasmiðju, og tað var orsøkin til, at tey fluttu til Skála at búgva miðskeiðis í 60unum. Mamman fór fyri nøkrum árum síðani.
Tummas gekk í barnaskúla á Skála og tók realprógv í skúlanum á Strondum. Eftir lokna skúlatíð fór hann í smiðjulæru á Skála Skipasmiðju, og eftir tað flutti hann til Havnar at ganga á maskinskúla. Tummas tók prógv sum maskinmeistari á Føroya Maskinskúla, og hann fekk sjóvinnubræv sum skipsmaskinstjóri.
Eftir summarferiuna í 1981 fór Tummas at sigla sum maskinmaður. Hann sigldi í meira enn eitt ár sum triði meistari hjá Torm. Frá 1983 til 1985 arbeiddi hann sum 1. meistari hjá Strandfaraskipum Landsins, og hann sigldi við fleiri av strandfaraskipunum hesa tíðina. Frá 1985 til 1988 sigldi hann hjá grønlendska reiðarínum Kajaq Trawl.
Í oktober mánaði og eitt gott ár fram var Tummas í landi, og tá starvaðist hann hjá Rógv á Skarðhamri.
Í november mánaði í 1989 fór hann í starv sum maskinstjóri hjá Royal Greenland, og har hevur Tummas starvast síðani. Hann hevur siglt við fleiri skipum hjá Royal Greenland, og nú er hann umborð á nýggja trolaranum Nataarnaq. Tummas er eisini nevndarlimur í innahýsis fakfelagnum hjá Royal Greenland.
Tummas hevur ikki bara verið virkin á sjónum. Tá ið hann hevur verið heima, hevur hann av og á verið vikarur í fólkaskúlanum, og hann situr eisini í onkrum nevndum. Tummas er í kirkjuráðnum í Klaksvík, og hann er eisini nevndarlimur í Sambýlinum á Heygnum.
Tummas giftist í 1979 til Klaksvíkar, og hann hevur síðani búð í Klaksvík. Hann og konan Turið eiga trý børn. Jóhan (26), Tórður (21) og Hjørdis (17).
Tummas er sera áhugaður í ítrótti, og hann fylgir væl við í fótbólti og hondbólti. Hann er ofta at síggja kring vøllin ella í høllini í Klaksvík, tá ið hann er heima, men hann hevur ein part av hjartanum liggjandi eftir í fótbóltinum á Skála og hondbóltinum á Strondum. Nú sonurin Tórður hevur spælt fótbólt í ÍF seinasta árið, hevur hann eisini fylgt við fótbóltinum í Fuglafirði.
Tummas hevur verið uppstillaður fyri Javnaðarflokkin fleiri ferðir, og áhugin fyri politikki er stórur. Hann var í nøkur ár formaður í Norðoya Javnaðarfelag.
Tummasi dámar væl at stákast rundan um húsini, tá ið hann er heima, og nú er heldur hann eisini Kelduhúsini í Hattavík við líka. Hesi hús keyptu hann og konan um ársskiftið.
Tummas er burturstaddur á føðingardegnum.