Tummas Kannuberg hjálparprestur hjá próstinum

Á felags kirkjuráðsfundi í Nes prestagjaldi 21. august innstillaðu kirkjuráðini Tummas Kannuberg til tað tíðaravmarkaða embætið sum hjálpar prestur hjá próstinum

Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu síni, at biskupur hevur samsvarandi innstillingini sett Tummas Kannuberg í starv hetta komandi árið, frá 1. september 2024 - 31. august 2025.

 

Talan er um eina royndarverkætlan.

 

Afturat uppgávuni sum hjálparprestur, skal Tummas Kannuberg - í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum - halda gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru minni enn 400 fólk.