Tummas Joensen sjeyti

Mánadagin 8. november fyllir Tummas Joensen, Slættalíð 12, Tórshavn 70 ár.

Tummas er nólsoyingur, foreldrini vóru Valborg og Jógvan í Heiðriksstovu í Nólsoy. Tey góðu barnaárini átti Tummas í heimbygdini, og tá skúlin var frá hondini fór hann, sum so mangur unglingi, til skips. Í 1961 fekk hann skiparaprógvið á Føroya Sjómansskúla, og fór hann tá at sigla hjá DFDS sum stýrimaður, til hann í 1967 kom heimaftur, tá hann fór at sigla sum stýrimaður hjá Skipafelagnum, síðan fór hann í starv á Majarinum. Sigldi síðan eitt skifti í danska farmaflotanum og var eisini nøkur ár á Bacalao.

Tummas er hegnismaður og serligi hugur hansara til sjógvin hevur ligið frammalaga, hann er veiðimaður burturav, um tað so er til bjarga, og mangan hevur hann sitið við fleygasessin í Nólsoy og í Koltri. Javnan er hann á báti og »Prestur« hevur fastan »sess« við bátabrúgvarnar í Vágsbotni. »Prestur« og Tummas hava ført manga veiðina til lands, mangan fongin landar hann til uppboðssøluna inni á Toftum, hansara partur liggur so ikki eftir í strembanini at bjarga virkjum okkara rávøru.

Fýra vóru børnini hjá Rannvá og Tummas, og barnabørnini somuleiðis 4. Hóast svárandi sorgina, tá tey mistu sonin Gudmund í 2003, hava Rannvá og Tummas átt megina og dirvið framhaldandi at mynda sær gerandisdagin. Vit biðja eftir, at soleiðis eydnast framhaldandi. Tillukku við teimum 70.

j.