Hann hevur í mong ár fingist við installatiónslist, myndatøku, træskurð o.a. Var á fyrsta sinni við á Varmakelduframsýningini 1977.
Hann hevur síðani 1989 verið við á útvaldum framsýningum og einkarframsýningum (Listasavn Føroya) her heima og uttanlands. Í Danmark á The Scream Borealis 8 Arken Museet For Samtidskunst 95-96 og Færæsk kunst. Den Frie 1999. Í Norra á Edvard Munks Ekely 2000. Í Týsklandi, Kekkia og Usa.
Ferðaframsýning í Norðurlandahøpi (Gisp 2014). Listprýðingar: G! Festival 2003, 2017, Skúlin við Gøtugjógv 2011, Skjólið 2017. Tórshavn og myndprýtt fleiri yrkingasøvn.
Almenn søvn: Norðoya Listafelag, Føroya Fólkaháskúla, Ølgod Kommune, Tórhavnar kommunu og Litsasavn Føroya.
Framsýningin er allan januarmánað og opin, meðan Piddasahandil er opin.