Tummas Jákup framsýning hjá Dugna

Hesar komandi tvær vikurnar fer listamaðurin úr Gøtu, Tummas Jákup Thomsen at sýna fram nakrar av tekningum sínum í matstovuni hjá Dugna á Hjalla í Havn.

Síðani Dugni lat upp hesi hølini, har ein bæði kann hava listaframsýningar og keypa sær ein bita, hava fleiri listafólk vitjað her.

Beint sum hølini lótu upp í november hevði Kári Svensson framsýning her í ein góðan mánað. Eftir hann hevur so Absalon Absalonsen sýnt fleiri av sýnum verkum fram.

Nú er tað so Tummas Jákup sum sýnir fram í tvær viku.

Ferniseringin verður í matstovuni hjá Dugna í dag millum klokkan 14 og 16, har høvið verður at fáa ein kaffimunn og tær serstøku Dugna-køkurnar.