Tummas heldur fram sum KÍ-formaður

- Eg haldi fram sum formaður í KÍ, nú tað sær út til, at einki mótvalevnið er, sigur Tummas Lervig.

Í annaðkvøld klokkan 19.30 fer KÍ at halda aðalfund í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 3 í Klaksvík.

 

Allir nevndarlimirnir standa fyri vali, men greitt er longu nú, at Tummas Lervig fer at halda fram sum formaður í KÍ.

 

Norðlýsið veit í dag at siga, at tá freistin at stilla upp var úti, var einki mótvalevni, og tískil heldur Tummas Lervig fram sum KÍ-formaður.

 

Freistin at stilla upp til formansvalið var nevniliga úti átta dagar fyri aðalfundin í annaðkvøld, og greitt er, at eingin stillar upp ímóti sitandi formanni.