Tummas í Garði á ting

Týsdagin í næstu viku tekur Tummas í Garði sæti á tingi. Hann kemur inn fyri Kjartan Joensen, ið hevur biðið um farloyvi. Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum í Eysturoynni, Kjartan Joensen, hevur biðið um farloyvi. Tí tekur Tummas í Garði sæti á tingi týsdagin 25. september.

Hetta er aðru ferð, at Tummas í Garði er á tingi. Fyrru ferð var í 2006, tá Kjartan Joensen var í farloyvi í 14 dagar.

Tummas í Garði stillaði fyrstu ferð upp fyri Fólkaflokkin í 2002 og er varamaður Fólkafloksins í Eysturoynni.

Hann er útbúgvin yvirlækni og starvast dagliga sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.