Tummas Frank farin úr Javnaðarflokkinum

– Javnaðarflokkurin hev­ur verið mítt eitt og alt, men nú eri eg liðugur í flokk­i­num.

Tað sigur Tummas Frank Jo­ensen í Skúvoy, sum hev­ur verið limur í Javn­að­ar­flokk­­­i­num í nógv ár.
Tá ið Gerhard Logn­berg varð koyrdur úr flokk­i­num, gav hann ilt av sær og segði, at hann meld­aði seg út.
– Eg havi meldað meg úr Javn­að­ar­flokkinum munn­liga, og tann avgerðin stend­ur við, sigur hann.
Nú Gerhard Logn­berg er far­in upp í Sam­bands­flokk­in, hevur Tumm­as Frank Jo­en­sen ikki gjørt av, um hann fylgir við.
– Eg havi fylgt Gerhardi, og eg havi stuðlað honum. Vit hava ikki altíð verið samd­­ir, men eg havi verið nøgd­­ur við hann.
– Eg eri fríur sum fugl­ur­in á takinum, og eg veit ikki, hvønn veg eg fari, sigur hann.
Tummas Frank heldur, at Gerhard Lognberg hevur stríðst fyri arbeiðsplássum í Sand­­oy, og hann heldur fram­veg­is, at tað var skeivt at koyra hann úr flokk­inum.
– Tá ið tú lagar garð, kunnu allir steinar brúkast. Tað snýr seg bara at leggja teir rætt, sigur hann mynd­a­liga.