Tummas Frank bjóðar Sniálvi av

Tá freistin at stilla upp til sýsluformansvalið í Føroya Fiskimannafelag var úti, var greitt, at val verður í einari sýslu, nevniliga í Sandoyar sýslu, har Tummas Frank Joensen bjóðar sitandi sýsluformanni, Sniálvi Røvilsberg, av

Tað eru seks sýslur í Føroyum, og nú sýsluformansval er í Fiskimannafelagnum í ár, er greitt, at val verður bert í Sandoyar sýslu, sum Skúvoy eisini hoyrir undir. Í hinum sýslunum er einki mótvalevni til sitandi sýsluformenn, og tí verður einki val í teimum sýslunum.
Hetta er annað skeið­ið, at Sniálvur Røvilsberg situr í stjórnini í Fiski­manna­felagnum. Hann tók við eftir Sigmund Hentze, sála, sum sat í leiðslu felagsins í mong ár.
Sniálvur sigur, at hann brenn­ur fyri áhugamálunum hjá fiskimonnum, og sum aktiv­ur fiskimaður me­tir hann, at hann er rætti mað­urin at umboða fiski­menn í sýsluni.
- Eg eri altíð til reiðar at taka mál upp, sum fiskimenn nú einaferð kunnu dragast við, og nú eg eri umborð á Sands­havi í Íslandi, er ein maður umborð, sum ikki fær minstu­løn, eins og allir hinir fáa, tá túrur miseydnast.
Sniálvur vísir á, at talan er um fiskimann, sum er før­oy­ing­ur, men sum formelt er búsitandi í Danmark. Tí sigur skipanin við minstuløn, at maðurin ikki hevur rætt til minstu­løn.
- Eg havi tosað bæði við mynstulønargrunnin, fiski­mála­ráðharran og løg­tings­limir í Sandoynni um málið, og Fiskimannafelagið hevur eisini gjørt sítt til at loysa málið.
Sniálvur Røvilsberg heldur tað vera langt úti, at føroyingur við før­oysk­um fiskiskipi ikki skal fáa minstuløn, tá við­komandi eisi­ni er limur í Fiski­manna­felag­num.
- Eg vóni, at hetta mál kann loysast, skjótari, tess betri, sigur Sniálvur.
Sýsluformaðurin í Sand­oy, sum nú hevur fingið av­bjóð­ara, sigur, at hann brennur líka so nógv fyri felagnum og fiskimonnum í dag, sum tá hann varð valdur í stjóri felagsins.

Nógv hjartamál
Tummas Frank Joensen sigur, at hann hevur verið lim­ur í Fiskimannafelgnum, síð­an hann var blaðungur og fór til skips.
- Eg havi verið í næstan hvørjum landsfundi í felag­num øll hesi ár, og tað er bara, tá veður hevur tarnað mær, at eg ikki havi verið.
Tummas Frank sigur, at hann altíð hevur verið nógv upptikin av trygd­ini hjá fiskimonnum, og hann brennur eisini fyri, at fiski­menn kunnu fáa eina manns­ømi­liga eftir­lønar­trygg­ing.
- Eg haldi eisini, at vit skuldu tikið út­róð­r­ar­menninar upp í okkara felag, so­leiðis at hesir kunnu fáa eina betri trygd, tá útróðurin svík­ur.
Tummas Frank Joensen hevur verið sóknarformaður fyri Fiskimannafelagið í mong ár, og nú eru tað sóknir, sum hava stillað hann upp til sýsluformansvalið.