Alt bendir á, at tað verður ein úr Klaksvíkar Talvfelag, sum fer at vinna næstbesta bólkin í FM í talvi, sum í hesum døgum er í Klaksvík.
Eftir seks umfør er Tummas M. Sólsker úr Klaksvíkar Talvfelag einsamallur á odda við 5,0 stigum. Honum á baki koma liðfelagar hansara Rógvi Dragaberg og Ingolf Gaard, sum hava 4,5 stig.
Jógvan Næs úr Havnar Telvingarfelag, sum eftir fyrstu umførini var á odda, tapti bæði í fimta og sætta umfari og hevur framvegis 3,5 stig. Jón Mikkelsen úr Vestmanna Talvfelag og Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag hava 3,0 stig, Esbern Christiansen úr Klaksvíkar Talvfelag hevur 2,5 stig, Jaspur T. Gaard úr Havnar Telvingarfelag hevur 2,0 stig, og super veteranarnir Jákup F. Joensen úr Gøtu Talvfelag og Gutti Petersen úr Sandavágs Talvfelag hava 1,0 stig.
Í almenna bólkinum eru tríggir á odda við 4,5 stigum. Teir eru Mannbjørn Anthoniussen úr Klaksvíkar Talvfelag, Símun Skorastein úr Gøtu Talvfelag og Ronny í Lon úr Havnar Telvingarfelag.