Tað er 27 ár síðani, at HB og B36 hava spælt móti hvørjum øðrum í eini steypafinaluni. Í 1991 vann B36 1-0 á HB við máli, sum Bergur Magnussen skoraði í oysandi regni á Ovara vølli í Gundadali. Hetta bara tíggju dagar eftir, at HB hevði vunnið 8-2 móti júst B36 í landskappingini.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Í leikskránni hjá Fótbóltssambandinum undan steypafinaluni var ein tiltikin mynd, har Tummas Eli Hansen og Kaj Leo H. Johannesen taka sjómanstak. Myndin er nú endað sum savnsmynd, men í somu løtu B36 og HB vunnu seg í steypafinaluna í ár, so bleiv myndin aftur aktuell.
Annar minnist – tað ger hin ikki
Á forsíðuni á Sosialinum stendur bara “Endiliga!”. Myndin er av Tummasi Eli Hansen, sum lyftur steypið upp.
- Eg minnist finaluna, men eg minnist ikki løtuna, tá eg taki móti steypinum. Eg minnist heldur ikki, at tað er Atli Dam, sum handar steypið, sigur Tummas Eli Hansen.
Bæði hann og Kaj Leo H. Johannesen eru væl fyri, nú 27 ár eftir tiltiknu steypafinaluna og myndina við sjómanstakinum. Gamaní er Tummas Eli Hansen blivin nakað meiri berskøltur, men skálkabrosini hjá liðskiparunum í 1991 eru tey somu í dag.
- Eg bleiv uppringdur av onkrum, sum spurdi um eg minnist tá Bergur Magnusson skoraði móti mær í 1991. Tað geri eg ikki, men eg havi nógv góð minnir frá teimum 12 steypafinalum eg havi spælt, sigur Kaj Leo H. Johannesen við einum brosi. Hann er í dag formaður í Havnar Bóltfelagi.
Teir báðir eru samdir um, at talan verður um ein spennandi steypafinalu, tá B36 og HB spæla í annaðkvøld.