##med2##
Í bussinum á veg aftur til gistingarhúsið fekk reportarin hjá FM1 orðið á Tummas Lervig, formann í KÍ aftaná 1-3 tapið hjá KÍ móti Dundalk FC í Europa League Play Off dystinum á Aviva leikvøllinum í Dublin.
Tummas staðfestir, at tað er altíð súrt at tapa, og ikki minst ein slíkan dyst sum kundi givið KÍ og føroyskum fótbólti ein pall og ein møguleika, ið ikki er sæddur fyrr.
- Hetta hevur verið ein heilt serlig evropeisk luttøka í ár, sigur Tummas.
Tummas heldur tó, at KÍ samlað hevur staðið seg væl. Tað frøddi hann eisini at hoyra um ta stóru fjøldina, ið var savnað við Djúpumýru í kvøld at fylgja dystinum í Dublin.
Dundalk FC – KÍ 3-1 (1-0)
1-0: Sean Murray 33.
2-0: Daniel Cleary 48.
2-1: Ole Erik Midtskogen 66.
3-1: Daniel Kelly 79.