Tulking av valúrslitinum

Áðrenn valið vóru ymiskar hugsanir frammi um, hvat íð kundi leggjast í eitt valúrslit.

Høgni Hoydal vildi gera valið til eina fólkaatkvøðu um fullveldistilgongdina og mátið mátti so vera undirtøkan til ávikavist samgonguna og andstøðuna.

Og nú kenna vit úrslitið. 48,9 % av atkvøðunum fyri samgonguni og 51,1% fyri andstøðuni ella ímóti fullveldistilgongdini. Also ein greið avgerð.

Men nei, sigur Høgni Hoydal. Man telur ikki atkvøður, men tinglimir og her hevur samgongan ikki fingið meiriluta ímóti sær. Men er tað nú púra rætt?

Andstøðan hevur sínar 16 limir. Tað skerst ikki burtur. Men um vit fara inn í onkran av samgonguflokkunum og analysera úrslitið, so kunnu vit kanska vaksa um stuðulin til sjónarmiðini hjá samgonguni.

Taka vit t.d. Fólkaflokkin í Suðurstreymi. Har hava sitið 2 umboð í síðsta valskeiði, sum bæðið hava gingið fyri at vera lítð fyri fullveldiskósini og heldur høvdu sæð eina samríkjaloysn.

Hesir báðir fingutil valið kapping frá tveimum tungvektarum, har annar bað fólk stuðla fullveldistilgongdina og hin hevði eina meira moderata formulering um »sjálvstýri føroya fólks«. Báðir eru hildnir at vera á loysingarveinginum í Fólkaflokkinum.

Og hvussu gekk so valið millum hesar? Jú, Suðurstreymoyingar valdu Óla Breckmann og Bjarna Djurholm aftur við tilsamans 892 atkvøðum, meðni Poul Michelsen og Bjarti Mohr tilsamns bert fingu 548 atkvøður. Samríkjavongurin í Fólkaflokkinum í Suðurstreymi vann á fullveldisvonginum. Og hetta úrslitið kunnu vit væl loyva okkum ? í hvussu so er lutvíst ? at leggja afturat hjá andstøðuni og draga frá hjá samgonguni.

Úrslitið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi vísir tað sama sum tær flestu veljarakanningar gjøgnum valskeiðið hava víst nevniliga, at ein stórur partur ? úti við helvtina ? av Fólkaflokkinum ikki tekur undir við valdu fullveldikósini.

Ein varin niðurstøða av hesum má vera, at 60 - 65 % av føroyingum søgdu nei til fullveldistilgongdina, um úrslitið skuldi lesast sum ein fólkaatkvøða. Ein sera greið niðurstøða. Og kortini hava løgmaður og varaløgmaður hug at halda áfram sum um einki val hevur verið.

Parlamentarisman og parlamentariskar siðvenjur tykjast at hava ómetaliga torført við at vinna fótafesti í Føroyum. Hetta kemur av, at politikarnir ikki vilja vera við til at byggja siðvenjurnar m.a. við at lurta eftir veljarunum og taka nakrar avleiðingar. Hetta er eisini galdandi í politiska gerandislívinum millum valini og er á ongan hátt við til at byggja upp álit á politiska bygnaðin og tær politisku skipanirnar. Tað er langt eftir hjá okkum at røkka sama politiska støði sum t.d. í hinum norðanlondunum.

Løgmaður eigur at hyggja eftir tendensinum í valinum og gera sínar metingar út frá hesum. Og tá átti tað ikki at verið so torført antin sjálvur at vent sær aðrar vegir fyri at biðja um stuðul ella at taka seg til síðis, soleiðis at onnur sleppa framat.

Meira enn 90 % av føroysku veljarunum góðu løgmanni greið beske um teirra hugsan.