Tulka samgonguskjalið

Løgmaður segði við Dimma­lætt­ing fríggj­a­dag­in, at hann kann hugsa sær eitt til­feing­is­gjald upp til 100 mill­i­ón­ir krón­ur.
– Vit mugu hava und­ir­skot­ið á fíggj­ar­lóg­ini nið­ur, og sam­bært fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­i­num skulu vit fremja spar­ing­ar fyri um­leið 100 mill­i­ón­ir krón­ur. Semja er um, at vit skulu hava líka nógv í nýggj­um gjøld­um sum vit spara, og tað kann bara koma frá einum til­feing­i­sg­jaldi, sum skal liggja mill­um 50 og 100 milliónir krón­ur, segði løgmaður við Dimm­a­lætt­ing.

Men Jørgen Niclasen er ikki samd­ur. Sam­b­ært út­varpi­num »rokn­ar hann við«, at løg­mað­ur mein­ar við tað, sum longu er av­tal­að í sam­gong­u­skjal­i­num um eyka skatt­ir á vinn­u­fel­øg, sum hava høg­an vinn­ing og tey, sum av­reiða uttanlands.
Men okkurt er sum bend­ir á, at løg­mað­ur hev­ur hug at venda aft­ur til ma­krel­semj­una, hann gjørdi við Javn­að­ar­flokk­in, Tjóðveldi og Fram­sókn fyri valið. Men tað gerst ikki við Fólkaflokkinum.

Pengar skulu á borðið, og spurn­­ing­­ur­in er so, um Fólka­flokk­ur­in verður noyddur at slaka.

Eyðsæð er, at løg­mað­ur og Sam­bands­­flokk­ur­in nú eiga sig­ur til góð­ar frá Fólka­flokk­i­num. Fíggj­ar­lóg­ar­v­ið­gerð­in næstu dagar­nar fer utt­an iva at siga okkum, hvussu samd­ir Fólka­flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ur­in eru, tá alt kemur til alt.