Tulipanir móti narko

Vikuna undan páskum fer felagsskapurin aftur at skipa fyri sonevnda Tulipan-tiltakinum hvørs herróp er Nei til narko.

Her fer at bera til at keypa sær eitt serstakt blómutyssi við tulipanum, har eitt skelti stendur við áskriftini Nei til narko.
Eitt slíkt blómutyssi við 10 tulipanum kostar 250 kr. Peningurin fer til framhaldandi upplýsing um rúsevni.
Lions-feløgini hava seinastu sjey árini skipað fyri sokallaðum Lions Quest-skeiðum fyri fólkaskúlalærarar. Hetta er í gjørt í samstarvi við Rúsdrekka- og Narkotikaráðið. Endamálið við hesum er at geva næmingum lívsvirði og sjálvsálit, so teir duga at siga nei til rúsevni.