Tuberklar við markið

Felagið hjá teimum hjarta- og lungnasjúku í Noregi heitir bú á myndugleikarnar um at hjálpa russum ímóti einari herviligari tuberklasjúku, sum ger um seg í útnyrðingspartinum av Russlandi tætt við norska markið.

Felagið sigur, at ongastaðni í heiminum eru skrásettir so nógvir tilburðir av tuberklum sum í Arkhangelsk-umráðnum, og at talan er um tuberklar, ið vísa seg at vera mótstøðuførir ímóti vanligum heilivági. Sambært norska felagnum hava umleið 400 fólk í Arkhangelsk-umráðnum hesa tuberklasjúkuna, og meiri enn 250 fólk eru deyð av sjúkuni tey seinastu fýra árini.

Felagið hjá teimum hjarta- og lungnasjúku í Noregi vil hava teir norsku politikararnar at vísa málinum størri ans, tí eftir felagsins hugsan er sjúkan ein hóttan, tí hon kann breiða seg um markið. Norskir læknar halda kortini ikki, at vandin fyri tí er serliga stórur, skrivar Aftenposten, men teir ásanna, at tað er ein trupulleiki, at tuberklar eru mótstøðuførir ímóti tí vanliga heilivágnum.