Síðani á nýggjárinum hava handlar og kioskir í Noregi ikki havt loyvi til at hava tubbaksvørur á hillunum. Tað hóvar ikki amerikonsku tubbaksfyritøkuni Philip Morris, sum nú fyrireikar seg til at fara í rættin við norsku avgerðini.
Ein talskvinna fyri fyritøkuna sigur við blaðið Dagens Næringsliv, at fyritøkan skilir væl, at norska stjórnin roynir at tálma royking, men hinvegin er tað ikki vísindaliga prógvað, at eitt forboð sum tað norska gevur nakran veruligan heilsubata.
Philip Morris vil tí hava tað norsku lógina burtur, sigur talskvinnan.










