Jenis av Rana heldur, at fíggjarmálaráðharrin passandi kann seta kunngerðina um at tolla sigarettir aftur í gildi fyri at fíggja koppseting av 12 ára gomlum gentum móti lívmóðurhálskrabba
- Er tað rætt, sum fjølmiðlar siga frá, at landsstýrismaððurin hevur broytt hugsan, og hevur slept ætlanunum um fyribyrgjandi koppseting av 12 ára gomlum móti lívmóðurhálskrabbaelvandi virusi?
Hendan spurning fer Jenis av Rana í morgin at seta Hans Paula Strøm, landsstýrsmanni í heilsumálum.
Jenis av Rana vil eisini hava at vita, um heilsufakligu tilmælini broytt, síðani avgerðin um hesa koppseting varð tikin?
Síðani spyr hann, um orsøkin til broyttu ætlanirnar hinvegin er fíggjarlig, er landsstýrismaðurin so ikki samdur við sær í, at talan er um eina ábyrgdarleysa avgerð?
Í viðmerking til spurningin sigur Jenis av Rana, at fyrr í ár, meðan CHE samgongan ráddi, upplýsti landsstýrismaðurin, í svari upp á fyrispurning í løgtinginum, at koppseting móti lívmóðurhálskrabba fór at byrja frá 1 januar komandi ár.
- Seinastu daganar hava fjølmiðlar tó borið tey tíðindi, at hendan lívbjargandi viðgerð tó ikki verður sum ætlað, orsøkin, verður sagt, er manglandi játtan á komandi fíggjarlóg.
- Mett verður, at koppseting av teimum, ið tilmælini eru um at koppseta, fer at krevja eina millión fyrsta árið, tó nakað meira fyrstu tvey árini, tá ætlanir eisini eru at bjóða 13 og 14 ára gomlum hesa koppseting. Havandi í huga at hendan koppseting fer at bjarga mongum kvinnum í bestu árum frá krabbameini, má sigast at kostnaðurin er lítil, sigur Jenis av Rana.
Hann vísir eisini á, at fíggjarlógin fyri 2009 er tó ikki enn samtykt á løgtingi, og tá neyvan nakar ivi man vera um at løgtingsfólk flest síggja álvaran í hesum máli og fegnir raðfesta tað, eigur at vera møguligt at finna hesa játtan.
- Um ikki onnur játtanarloysn sæst, kundi fíggjarmálaráðharrin hóskandi tikið fram aftur kunngerðina um tollfríu sigarettirnar, sum, við sínum 18 mió. spardu krónum, væl og virðiliga frígerð fígging til økið, sigur Jenis av Rana.