Tubbakslógin
-Tubbakslógin kann vera torfør at umsita.
Tað ásannar Finn Ougaard, varafúti.
Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, hevur Almanna-og heilsumálaráðið biðið fútan ansa eftir, at tubbakslógin verður hildin.
Tað, sum ráðið serliga hugsar um, er ásetingin um, at tubbak má ikki vera á sølufremjandi staði í einum handli ella eini kiosk.
Og hetta kann verða ein trupulleiki, tí tað kann vera torført at meta um, hvat er eitt sølufremjandi stað og hvat er ikki, heldur varafútin.
- Tað er altíð torført at umsita eina lóg, sum ikki er heilt greitt orðað og tað hevði verið ynskiligt at lógin var greidligari orðað, leggur hann afturat.
Hann sigur, at fyri at fáa greiði á, hvussu lógin skal tulkast, skal fyrst ein praksis byggjast upp á økinum og tað kunnu bara dómstólarnir gera.
Ananrs hevur Fútin fleiri ivamál í sambandi við tubbakslógina.
Eftir lógini er tað ikki lógligt at selja tubbak í automatum og fútin hevur spurt Almanna- og heilsumálaráðið um ætlanin er at tað skal vera fullkomiliga bannað at selja sigarettir í automatum og sostatt eisini úr automatum, sum eru á støðum, har almenningurin ikki hevur atgongd.
Almanna- og heilsumálaráðið hevur svarað fútanum aftur, at tað er ikki loyvt at selja sigarettir úr automatum yvirhøvur, heldur ikki úr automatum á støðum, har almenningurin ikki hevur atgongd.
Hava ikki eftirlit
Annars staðfestir varafútin, at uppgávan hjá løgregluni er ikki at hava eftirlit við um ein lóg verður hildin.
- Uppgávan hjá løgregluni er at traðka til, tá ið illgruni er um lógarbrot, tí tá kemur løgreglan upp í og ger eitt mál burturúr tí.
Hann sigur, at fyri at løgreglan skal gera nakað í hesum føri, skal tað til, at onkur meldar eina kiosk ella ein handil fyri at bróta tubbakslógina.
Ella skal løgreglan sjálv koma fram á illgrunaverd viðurskifti.
Men tað er ikki nakað, sum løgreglan hevur serligt eftirlit við.
Tubbakslógin er eitt heilsufremjandi tiltak og tí skuldi tað verið heilsumyndugleikarnir, sum hildu eyguni við um fólkaheilsan er í vanda.
Honum vitandi hevur løgreglan ikki reist nakað mál um brot á tubbakslógina.