Tú skalt brennast á báli!

– Eg fái dagliga hóttanir og niðurgerðingar, og tá ringast stóð til, svav eg við einum knívi undir madrassuni, sigur føroyska Annika Smith við Sosialin

Tað sigur føroyska Annika Smith í samrøðu í Sosialinum í dag. Hon er virkin í politikki í Danmark og sum hevur havt sæti í Fólkatinginum.

Sosialurin hevur eisini spurt kendar føroyskar kvinnur, um tær kenna nakað til slíkar hóttanir. Og tað fáa tær, tó at skilið ikki er líka ringt, sum í Danmark.

ì Sosialinum er eisini áhugavert tema um Havnina og útjaðaran. Eitt av sjónarmiðinum, sum kemur fram er, at tað er spill av orku, athalda lív í útjaðaranum.

40 ár eru síðani upptøkur av filminum »Rannvá« vóru lidnar. Kagað verður í Sosialin fyri 40 árum síðani – og spildurnýggj samrøða er eisini við leikstjóran, Miguel Hidalgo úr Spania, sum kemur til Føroya í summar.

Tingfólkini Reimund Langgaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur siga eisin sína hugsan um Føroyar sum eitt valdømi – og tey eru langt frá samd1

Trýstið á kykmyndina omanfyri at síggja og hoyra Eydnu Skaale, redaktør á Vikuskiftinum, greiða frá úr innihaldinum í Sosialinum í dag!

 

Niðanfyri síggjast myndir av blaðnum, sum umframt í leysasølu, eisini kann keypast á www.sos.fo