Gongur tú og droymir um at gerast sjómaður, eru nøkur krøv, sum tú fyrst noyðist at lúka.
- Tá mynstrað verður, er krav, at sjófólkið er 16 ár ella eldri, at tú hevur galdandi heilsuprógv til sjófólk - og at tú hevur galdandi trygdarskeið.
Sjóvinnustýrið veit at siga, at hevur tú leiklut umborð á skipi, sum krevur vinnubræv, skal brævið vera galdandi, tá tú mynstrar.
Á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum er meira at lesa um, hvussu tú tryggjar tær, at tú lýkur treytirnar fyri at mynstra.