Beint undan jólum fekk Høgni Høgnesen í Klakvsík eitt heldur serstakt jólakort.
- 35 ár í dag, eru liðin síðani tú bjargaði okkum jólafriðin. Góði Høgni, vit takka tær fyri tað. Gleðilig jól til tín og tíni, stendur skrivað á kortinum, sum Høgni fekk saman við eini bukett.
- Hetta hendi Tollaksmessudag 1979, greiðir Høgni Høgnesen frá. Hann sigur, at hann var á veg í song, men fór ein lítlan túr til bóndan fyrst, at fáa sær fulla mjólkarspann.
- Tá kemur ein bilur koyrandi við nógvari ferð móti húsunum. Grannin loypir úr bilinum og sigur, at ein bilur er farin á sjógv úti á Stongunum, sigur Høgni Høgnesen. Sjálvur hevur grannin hjálpt tveimum ungum gentum úr bilinum, men enn er ein maður eftir, sigur hann.
Høgni Høgnesen, sum virkaði sum froskmaður, leyp avstað. Útgerðin lá altíð klár í bilinum, so um ráddi bara at koma fram sum skjótast.
- Tað var bítandi kalt hetta kvøldið. Ísur lá á sjónum inni í víkini, sigur Høgni Høgnesen.
Bilurin var farin út av umleið har sum Føroya Keypssamtøka í Klaksvík stendur í dag.
- Eg lat meg úr jakkanum og skónum. Tað var ein spurningur um tíð, so eg tók mær ikki stundir at lata meg í draktina, men tók bara fløskurnar á ryggin. Tvær gentur vóru slopnar úr bilinum, og bønaðu meg um at skunda mær, meðan eg gjørdi meg kláran.
Ein maður stóð á bryggjukantinum við eini lummalykt.
- Eg tók hana úr hondini á honum og leyp útí. Kanska lýsir hon eina løtu, hugsaði eg, sigur Høgni Høgnesen. Bilurin lá eini 10 til 15 metrar úr landi, á liðini. Gronin lá inn móti landi, so førarasíðan lá niður á botn.
- Eg fekk ikki hurðina upp, hóast eg spenti á, alt eg var mentur. Eg stóð uppi á bilinum og royndi at rykkja hurðina upp, men hon vikaðist ikki, greiðir Høgni Høgnesen frá.
Hann fór tí at leita eftir onkrum steini niðri á botninum. Tað er ógvuliga mórut á botni og vatnið er sera gruggut. Eingin steinur er at finna.
- Hetta er á nátt, so sýnið er ringt, umframt at vatnið er so gruggut. Brádliga merki eg, at rúturin er niðri. Eg stingi hondina inn og merki, at fólk er innanfyri. Eg fái fatur í manninum og megni at hála hann upp úr vatninum, men maðurin er lívleysur, tá hann kemur upp á land, sigur Høgni Høgnesen. Eingin annar var í bilinum.
Nakað seinni fær Høgni Høgnesen gleðiboðini um, at maðurin raknaði við á Sjúkrahúsinum, uttan nakað mein. Sostatt komu øll trý í bilinum frá óhappinum við lívinum.
Les meiri um hendingina, og hvussu Høgni Høgnesen aftur fekk samband við kvinnurnar í blaðnum, sum kemur út mikudagin.