Tað er óført reyp - onkur skrivar, at henda stóra verkætlan er komin í lag meðan javnaðar- og tjóðveldissamgongan hevur sitið.
Um eg stóð fyri hasi verkætlanani, hevði eg tagt sum mest, og bygt heimið í allari stillheit (helst um náttina), og so yvirraskað fólkið við einum heimi so stórum, at pláss varð fyri øllum á bíðilistanum. Tí hasum er einki at reypa av, tvørturímóti stór skomm, soleiðis sum vit fara við okkara gomlu. Heimið skuldi verið bygt fyri langari tíð síðani. Grundøkið varð keypt í 2005, og heimið verður vantandi ikki liðugt fyrr enn í 2012. Pláss verður fyri 64 fólkum, meðan o. u. 145 í dag standa á bíðilista í Suðurstroymoy. Hvat hevur man ætlað at gjørt við tað? Bara latið staðið til?
Var í føðingardegi í gjárkvøldið, har ein kvinna greiddi frá um mammu sína. Hon er sjúk og liggur einsamøll heima; fær ikki gingið og dettur ofta. Pápin, sum er dementur og illa fyri, er júst sloppin inn á eitt heim. Einasta ynski hjá mammuni er at sleppa at verða saman við manninum. Hon vitjar hann dagliga og situr saman við honum allan dagin, men kann ikki búgva har, tí har er ikki pláss. Dóttirin hevur nú ætlanir um at flyta av landinum við teimum, tí hon hevur roynt alt tað, hon kann í Føroyum; millum annað hevur hon sjálv eisini verið noydd at verið heima í 2 ár og passa mammuna. Mamman er tung at lyfta, og hetta hevur gingið út yvir handliðið hjá dóttrini, sum nú ikki orkar meira.
Eru øll hugskotini við tí sokallaðu »viftuni« av tilboðum, sum eventuelt skuldi byggast uppi í Berjabrekku slept? Har skuldu verða vardar eldraíbúðir við felagsrúmi, har møguleiki skuldi verða fyri at eta og hugna sær saman? Steðgar alt hetta nú bara upp, tá ið gongd kemur á Boðanesheimið, sum ikki eingang nøktar tørvin í dag? Tað haldi eg at ein og hvør dugir at rokna út, at hetta er ikki nøktandi. Alt hatta tvætlið við »hvør ið eigur barnið«/ábyrgdarbýti, land ella kommuna, er líkamikið. Tað bar til at byggja brúgv, tá tosað bleiv um Tjóðpall, so verri enn so er tað ikki. Í hvussu so er má nakað álvarsligt henda innan eldraøkið, tað nyttar ikki bara at lata standa til. Áttu vit at havt ein »uppfylgingar-borgarafund« aftur?