Eik Grunnurin átti at tosað við Skráseting Føroya, áðrenn Spron-partabrøvini vórðu keypt frá Eik. Við at keypa partabrøv í Spron fyri 39,8 milliónir krónur, vildi Eik Grunnurin verja Eik Banka móti negativu umrøðuni, sum komu í kjalarvørrinum av amerikonskum bankakonkursum.
Íløgan er í dag mist hjá Eik-grunninum, og eftir áheitan frá tveimum dulnevndum persónum, gjørdi Skráseting Føroya av at kanna, um handiling var í samsvar við viðtøkurnar hjá Eik-grunninum.
Í niðurstøðu sínari staðfestir Skrásetingin, at talan var um somikið óvanligan handil, at grunnurin átti at biðið um loyvi til hetta frá Skráseting Føroya.
Við í kanningini var eisini keyp av partabrøvum í Investia og Sweden Properties, men Skrásetingin metir ikki, at hesir handlar kravdu samtykt, áðrenn teir vórðu gjøgnumførdir.