-Tað er stórur tørvur á einum veðurmanni á flogvøllinum í Vágum, sigur virkandi flogleiðarin hjá Atlantsflogi -Sum nú er, mugu flogskipararnir sjálvir, saman við fólkinum í torninum, gera sínar metingar um floglíkindini, og tað gevur ikki nóg neyvar metingar av veðrinum, sigur Jóhan í Niðristovu, virkandi flogleiðari hjá Atlantsflogi, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Veðurmaður hevur fyrr verið á flogvøllinum í Vágum, og eitt skifti var veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen í starvi hjá Fiskimálaráðnum, men síðani hann fór frá fyri aldur, hevur eingin veðurmaður verið í føstum starvi.
-Í Grønlandi hava teir eitt samstarv við DMI, sum fast hevur ein veðurmann í Streymfjørðinum, og eg meti, at DMI er sinnað eisini at hava ein mann á flogvøllinum, tí tað gevur somuleiðis teimum betri møguleikar fyri at hava neyvari veðurforsagnir, sigur Jóhan í Niðristovu.