- Vit hava fyri sovítt handlað út frá, at vit skuldu styrkja hópin við einum leikara.
Hetta sigur formaðurin í hondbóltsdeidlini hjá VB, Bogi Mortensen, tá vit mikukvøldið spurdu hann, hvørt tey møguliga høvdu knýtt ein triðja útlendskan leikara at hópinum, um tey vistu, at møguleiki var fyri hesum.
Hevur verið tveir
Bogi Mortensen sigur annars, at tey sum so als ikki hava hugsað um møguleikan fyri trimum leikarum.
Hann vísir á, at VB miðskeiðis í áttatiárunum hevði trupulleikar av, at felagið hevði ov nógvar útlendskar leikarar. Hetta tí nakrir íslendingar arbeiddu í Vági.
- Tá minnist eg, at teir baksaðust við at fáa ein teirra til føroyskan borgara, tí markið var tveir leikarar.
Tað vóru tá fleiri íslendingar, sum av ymsum ávum vóru her suðuri, og teir spældu so hondbólt við okkum. Trupulleikin var, at markið tá var tveir útlendskir leikarar.
- Um vit høvdu valt at nýtt tríggjar leikarar, um vit vistu, at hetta var loyvt, er ringt at taka støðu til. Men tað er skeivt, at man ikki er komin við eini greiðari melding, sigur Bogi Mortensen at enda.











