Royndir vísa, at trolarar kunnu spara nógv við at brúka flótitrollemmar heldur enn botntrollemmar, og harafturat gera teir minni skaða á botnin. Tí heldur Christian Zachariassen á Havstovuni, at allir teir føroysku trolararnir áttu at brúkt flótitrollemmar. Tað sigur hann við Kringvarpið.
Royndir, sum Rankin hevur gjørt við flótitrollemmum frá einum lemmavirki í Danmark, hava víst, at skipið kann spara olju fyri umleið eina millión krónur um árið við at brúka flótitrollemmar heldur enn botntrollemmar.
Harafturat er broytingin umhvørvisvinarlig, tí minni oljunýtsla gevur minni útlát, samstundis sum flótitrollemmarnir fara munandi betri við botninum.