Áttu at bíðað

Avgerðin um Skansabryggjuna átti at bíða til eftir býráðsvalið, heldur Jógvan Arge.

Í gjárkvøldi varð samtykt, at fara undir hundraðtals millióna-verkætlanina at byggja út við skansan, tá ið sjey býráðslimir atkvøddu fyri, ein í móti og tvær vóru blankar.

 

Býráðslimirnir fyri Tjóðveldi løgdu fram uppskot um at útseta atkvøðugreiðsluna til eftir býráðsvalið, men tað varð felt við somu sjey atkvøðum, ið atkvøddu fyri uppskotinum um Skansbryggjuna.

 

- Vit í minnilutanum hava roynt at ávirka hesa stóru ætlan til tað betra. Vit hava spælt út, at bingjuhavnin kanska hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, og at gott skil hevði verið í, at bygt Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið út til eina super ferðavinnuhavn, sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavn.

 

Tilsamans verður talan um nógvan læntan pening, sum býráðið nýta til fígging av stóru verkætlanunum í løtuni – tað verið seg Skúlan á Fløtum og Skansabryggjuna.

 

- Tað var ikki gamalt at binda komandi býráð til stórar útreiðslur beint áðrenn eitt nýtt býráð tekur við. Við útlitinum til, at byggiætlanir, sum hava verið undir fyrireiking í áravís, fara at binda kommmununa og havnina til eina hálva milliard í skuld, verður skotið upp, at avgerðin um at útbyggja Skansabryggjuna verður útsett til nýtt býráð hevur tikið við 1. Januar, sigur Jógvan Arge.

 

Lesið alt lesarabrævið hjá Jógvani Arge her