Ættleiðingarforeldur enda niðast á listanum

Fáa onga hjálp frá danska statinum.

Ættleiðingarforeldur, ið stóðu á listanum at ættleiða børn úr Etiopia, fáa onga hjálp frá statinum, nú avgerð er tikin at steðga allari ættleiðing frá landinum.


Tað er greitt aftaná, at danski Almanna- og Innanríkisráðiðharrin, Karen Ellemann, hevur svarað einum spurningi frá Magna Arge, fólkatingslimi fyri Tjóðveldi, um støðuna hjá teimum 75 pørunum, ið stóðu á bíðilista til at ættleiða børn úr Etiopia.


Magni Arge setti spurningin eftir at Karen Ellemann í mars avgjørdu at steðga allari ættleiðing frá afrikanska landinum. Fólkatingsmaðurin vildi vita, um tey 75 pørini, ið vórðu ávirkaði av avgerðini, møguliga vórðu flutt yvir á ein annan lista.


Í svarinum verður upplýst, at Danish International Adoption, ið er felagsskapurin, ið skipar fyri ættleiðing í Danmark, hevur avgjørt, at tey 75 pørini ikki fáa nakrar serligar sømdur. Tey sleppa at flyta lista, men mugu finna seg í, at tey enda niðast á listanum.


Sambært fólkatingsliminum, so eru tíggju føroyingar á bíðilistanum.