- Allir borgarar eiga somu rættindi uttan mun til uppruna ella útsjónd. Vit sum foreldur at ættleiddum børnum vilja hava loyvi at senda børn okkara ein túr í býin í vikuskiftinum uttan at skulu óttast, at tey verða fyri harðskapi, sigur Ættleiðingarfelagið í viðmerking til harðskapin móti einum 16 ára gomlum dreingi um vikuskiftið Ættleiðingarfelagið átalar harðliga, at vaksnir menn kunnu finna upp á at gera seg inn á eitt ungt menniskja, so sum nakrir mans í tjúgunum gjørdu sunnumorgunin.
Talan var sambært løgregluni um sera harðligan og ljótan harðskap, har nakrir mans á ússaligan og ómenniskjansligan hátt gjørdu seg inn á 16 ára gamla ættleidda dreingin.
- Vit taka ikki einans frástøðu, men vit vamlast við hesa hending, og Ættleiðingarfeaglið vil við hesum vísa dreinginum og familju hansara okkara samkenslu, sigur Anja Andreassen vegna Ættleiðingarfelagið.
Ættleiðingarfelagið vónar, at fullu ørvitisknokkarnir verða funnir sum skjótast og fáa ta revsing, teir hava uppiborna.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð tilburin. Eitt nú heitir hon á einar tveir bilar, sum koyrdu fram við, um at seta seg í samband við løgregluna.