Tónleikur, kunning og hugleiðingar verða skánni, tá Ættleiðingarfelagið skipar fyri tiltakið í Miðlahúsinum mikukvøldið klokkan 19.30.
Anja Andreasen, forkvinna í Ættleiðingarfelagnum, sigur við Portalin, at tey gleða seg til at síggja nógv fólk, bæði limir og onnur, til tiltakið í Miðlahúsinum mikukvøldið klokkan 19.30.
Á skránni verður tónleikabólkurin Trífljóð, við teimum trimum tvørfloytuspælarunum Anju Andreasen, Jonnu Sjúrðaberg, Olgu Skorastein, sum fer at spæla hugnatónleik.
Síðani fer Marjun Lómaklett, hjálparprestur í Suðurstreymoy, at hugleiða um at vera ættleidd. Marjun kom úr Korea sum barn, og er í dag fyrst í tríatiárunum.
Til endans fer Karen Heinesen, adoptionskonsulentur hjá Ríkisumboðnum, at greiða frá sínum leikluti í ættleiðingargongdini. Karen vitjar og innstillar familjur, sum søkja um at ættleiða.
Ættleiðingarfelagið varð sett á stovn á vári í 2004, og hetta er fyrsta tiltakið felagið skipar í ár. Í løtuni eru eini 60 familjur í felagnum, sum er ætlað øllum, ið hava við ættleiðing at gera. Tiltakið er alment og ókeypis.










