Ættleiðingarfelagið er skelkað um tíðindini um, at ein ættleiddur drongur varð tikin frá foreldrum sínum. Nevndin í Ættleiðingarfelagnum hevur ongan kunnleika til ávísa málið, men hevur havt fund um hesi álvarsomu tíðindi, at myndugleikin kann taka ættleidd børn aftur frá foreldrunum.
Ættleiðingarfelagið sigur, at nevndin er skelkað av málinum og fer nú at seta seg í samband við Ríkisumboðið fyri at fáa greiðu á hvørji viðurskiftir kunnu føra til, at barn sum er komið heim til Føroyar, verður tikið aftur frá foreldrum sínum.
Ættleiðingarfelagið fer at fylgja við málinum.










