Ættleið ein næming í Pakistan

Eftir væleydnaðu listaframsýningina á páskum fer felagsskapurin Samverkamenn nú at geva fólki møguleika at ættleiða ein næming á lærusveinaskúlanum í Pakistan.

Felagsskapurin arbeiðir við at fáa á føtur ein slíkan bíbliuskúla í Pakistan. Til slíkt krevst sjálvandi peningur, og tí varð henda framsýningin fingin á føtur í páskavikuni.
Við á framsýningini vóru 36 ymiskir mánlingar, sum fleiri føroysk listarfólk høvdu latið til endamálið. Omanfyri 400 fólk vitjaðu á framsýningini, sum varð hildin í Smiðjuni í Lítluvík.
- Úrslitið av framsýningini var betri enn væntað, tí nærum øll listarverkini vórðu seld, upplýsir Janus Gunnarsson frá felagsskapinum fyri Sosialinum.
Ætlanin er nú at enn fleiri føroyingar fáa møguleikan at verða við í verkætlanini. Einaferð komandi ár er ætlanin at seta enn eina ætlan í verk, har einstaklingar ella bólkar kunnu ættleiða ein av næmingunum á lærusveinaskúlanum.
Komandi ár er eisini ætlanin at gera eina ferð yvir til Pakistan.