TÓNLEIKUR
Ættirnar er eitt úrval av føroyskum, kendum og minni kendum, og týddum sangum. Av teimum 17 sangunum eru 13 uppruna føroyskir sangir, harav nakrir ikki hava staðið á prenti fyrr, meðan teir fýra eru týddir úr donskum. Summar av sangunum kenna vit frá bondum og fløgum.
Bókin er ætlað børnum í skúlaaldri, men fleiri av sangunum kunnu yngri børn og vaksin saktans eisini hava gleði av at sygnja.
Innihaldið spennir frá torvatrøllum til starar, fra sansum til at vera lítil ella stórur og frá kavaroki til hvalaveiðu í kolandi stormi.
Stílurin umfatar rokk, swing, kalypso umframt vanlig løg.
Til hvønn sangin er ein útseting fyri skúlaljóðføri,. ætlað til samanspæl í tónleikaundirísingini. Ljóðførini, hugsað verður um, eru fyrst og fremst rimaspøl: xylofon, metallofon, klokkuspæl, men sjálvandi ber til at nýta ljómborð og el-bass eisini. Útskrivað klaverstemma er til hvønn sangin, so lærari ella næmingur kann spæla undir. Eisini verður blokkfloytan tikin í nýtslu í summum sangum. Aftast í bókini eru uppskot til fylgispæl á rytmuljóðførum.
Lagt til rættis Ættirnar hevur Kári Bæk. Permumynd og myndirnar annars í bókini hevur Heiðrikur á Heygum gjørt.