Vónbrotið lýsti av liðskiparanum hjá B36, Klæmint Matras, tá tað stóð greitt, at hann og liðfelagarnir úr B36 høvdu tapt, hóast teir høvdu tvey-mála leiðslu.
- Eg veit ikki um vit eru bagnir, tá vit koma út til seinna hálvleik. Men vit klára slett ikki at hava bóltin í egnari røð, og tað er fyrst og fremst tað, sum kiksar hjá okkum, haldi eg, segði Klæmint Matras.
Undan dystinum var líkt til, at hetta var slagið um, hvør av tykkum skuldi fylgja við HB í oddinum. Hvussu stórur er missurin, nú tit taptu dystin?
- Hann er sjálvandi stórur, og beint nú havi eg ikki orð fyri, hvussu vónbrotin eg eri. Men tað er bara eitt at gera hjá okkum, og tað er at koyra á, segði Klæmint Matras.