Átti heima í myrkri

Tá ódnarveðrið leikaði harðast í í gjárkvøldið, átti Hildur Eyðunsdóttir ein son á loftinum í húsum teirra í Havn. – Stormurin og streymslitið gjørdu bara upplivingina enn betri og hugnaligari, sigur Hildur Eyðunsdóttir

Mitt í øllum storminum í gjárkvøldið átti Hildur Eyðunsdóttir ein son heima við hús.

- Sjálvandi bleiv alt eitt sindur annarleiðis, enn vit høvdu væntað, av tí at veðrið var, sum tað var, men alt gekk og væl og púra ódramatiskt, sigur Hildur Eyðunsdóttir, sum frammanundan eigur trý børn.

Hildur Eyðunsdóttir var eftir ætlan sett at eiga tann 25. desember, og hon og maðurin, Oyvindur av Skarði, høvdu tikið avgerð um, at hon hesaferð skuldi eiga heima.

- Eg havi átt fyrr, og hvørjaferð hevur tað gingið væl. Tá eg átti seinasta barnið, segði eg við meg sjálva, at skuldi eg eiga einaferð aftur, kundi eg hugsað mær eina heimaføðing, greiðir Hildur Eyðunsdóttir frá.


Høvdu gjørt klárt

Um middagsleitið sunnudagin byrjaði Hildur Eyðunsdóttir at merkja, at møguliga fór hon at eiga henda dagin.

- Tá um eitt-tíðina sunnudagin fekk eg mistanka um, at vatnið fór, og stutt aftaná merkti eg veikar verkir, og eg ringdi tí á føðideildina at boða teimum frá, at møguliga fór okkurt at henda í dag, sigur Hildur Eyðunsdóttir.

Klokkan 15 kom ein jarðarmóðir og byrjaði at gera klárt.

- Vit høvdu fingið okkum eitt kar, sum stóð í gongini uppi á loftinum, har eisini kamar og baðiverilsi er. Streymur skal til fyri at blása hetta karið upp, og tíbetur náddi maður mín at syrgja fyri hesum, áðrenn streymurin fór, sigur Hildur Eyðunsdóttir.

Hóast stormurin ýldi uttanfyri, og streymurin fór um nátturðatíð, kendi Hildur Eyðunsdóttir seg ongantíð bangna ella ótrygga við støðuna.

- Vit tendraðu kertuljós, og alt kendist ógvuliga róligt og trygt. Eg hevði ongantíð ampa á mær, fortelur Hildur Eyðunsdóttir.


Gekk skjótt fyri seg

Umframt Hildur Eyðunsdóttir og mann hennara var jarðarmóðurin til staðar í húsinum henda seinnapartin.

- Hon kom klokkan 15 fyri at gera alt klárt, og so ætlaði hon at fara avstað aftur, tí hon væntaði, at tað ivaleyst fór at ganga nakað av tí, áðrenn eg skuldi eiga. Men tá klokkan var 17 gjørdust verkirnar ógvusligari, so hon bleiv bara verðandi. Eisini kom mamma mín, og hon hevði úr at gera við at kóka vatn á gasskomfýrinum, sum síðani skuldi stoytast í karið fyri at halda vatninum har heitt, greiðir Hildur Eyðunsdóttir frá.

Klokkan 18.58 átti Hildur Eyðunsdóttir ein lítlan drong, og sjálv føðingin gekk uttan trupulleikar.

- Eg hevði tríggjar pressuverkir, og so var hann her. Tað gekk upp á stás. Eg haldi eisini, at tað má vera ein deiligur máti at koma til verðina upp á henda mátan, har bert kertuljós vóru tendrað og stemningurin var so avslappaður, heldur Hildur Eyðunsdóttir fyri.

Hóast heimaføðingin bleiv enn meira serlig, enn tey høvdu vænta, eru Hildur Eyðunsdóttir og maðurin ógvuliga glað fyri upplivingina.

- At eiga heima við hús upp á henda mátan kann eg avgjørt viðmæla, og eg hevði ikki ivast í, at gjørt tað aftur, um so var.

- Streymslitið gjørdi bara upplivingina hugnaligari, sigur Hildur Eyðunsdóttir.