Ótti fyri umhvørvinum

Vatnflóðin í eystara parti av Týsklandi hevur gjørt fólk ótrygg, og mong bera nú ótta fyri einari umhvørvis- og dálkingarvanlukku.

Orsøkin er tær nógvu kemisku verksmiðjurnar á hesum leiðunum. Leiðslurnar á verksmiðjunum hava vissað fólk um, at trygdin er í lagi, men fólk ivast. Trupulleikin er, at nógvar av verksmiðjunum eru bert fáar kilometrar frá áunum, og harafturat er lendið slætt, og tí skal ikki nógv til, áðrenn alt stendur undir í vatni.
Ein annar trupulleiki er, at eingin veit við vissu, hvat liggur niðri í jørðini, tí tað er ikki óhugsandi, at burturkast frá DDR-tíðini liggur niðurgrivið ymsastaðni á hesum somu leiðunum.