Óttin fyri herviligu sjúkuni miltbrandi breiðir seg um allan heim. Fólk hava fingið boð frá myndugleikunum um at vera varin við øllum posti og at vera á varðhaldi, um tey varnast okkurt illgrunavert.
Fríggjadagin bar postboðið á Sandi gistingarhúsinum Ísansgarði eitt bræv, har eingin avsendari var á, og brævið tóktist sum heild at vera heldur løgið.
Tí varð løgreglan boðsend beinanvegin. Hon tók í samráð við løgregluna í Havn avgerð um at senda brævið til Seruminstituttið í Danmark til nærri kanningar.
Brævið varð sent úr útlandinum, og eingin avsendari stóð skrivaður á tað. Tí kendu tey á gistingarhúsinum seg ikki trygg við at lata brævið upp. Tað varð tí forseglað og sent av landinum aftur.
Ingibjørn Eldevig, sýslumaður á Sandoy, sigur, at tey hildu seg til tær mannagongdir, sum landslæknin og løgreglan hava ásett í sambandi við illgrunasom brøv og pakkar, sum kunnu innihalda miltbrandsbakteriuna.
Ingibjørn sigur tó, at talan kanska er um eitt heilt vandaleyst bræv, men tað er best at vera varin við slíkum, áðrenn ein kann siga við vissu, at talan ikki er um bakteriu ella annað vandamikið innihald.
Sama dag varnaðust starvsfólk á posthúsinum í Havn, at hvítt pulvur datt úr fleiri brævbjálvum. Hetta er neyvan nakað vandamikið, men bara onkur, ið vil ræða fólk. Tó eru hesi brøvini eisini send til kanningar í Danmark.










