Átti at verið øvugt

Formaðurin í Sjúklingafelagnum heldur, at tað skuldi heldur verið so, at peningur varð fluttur til meira sjúklingaráðgeving á Ríkissjúkrahúsinum, enn til fleiri normeringar á Hotel Tórshavn

Tað er heilt burturvið at skerja sjúklingaráðgevingina á Ríkissjúkrahúsinum, sigur John Eysturoy, formaður í Sjúklingafelagnum. Tað átti heldur at verið hinvegin, at fleiri pengar vórðu nýttir til ta tænastuna. Sjálvt um tað skuldi kostað eitt sindur inni á Hotel Tórshavn.
Ikki so, at hann heldur, at Hotel Tórshavn á nakran hátt skal skerjast, leggur John Eysturoy dent á. Men hann heldur so sanniliga heldur ikki, at sjúklingaráðgevingin skal tað. Og at brúk bara skal vera fyri seks tímum um vikuna til ráðgeving, heldur hann vera burturvið.
Hann ivast ikki í, at fyri sjúklingin er skipanin við ráðgeving inni á sjúkrahúsinum burturav, nógv betri skipan enn tann gamla, sum var, og sum nú verður tosað um at fara yvir aftur til. Og hansara meting er greitt tann, at her er talan um sparingar, sum so koma at raka sjúklingin har, sum hann annars mest treingir til at hava stuðul, sigur John Eysturoy.