Ættfrændur hittust

Á jóansøku varð minnispláta avdúkað í Vági og úr Íslandi komu eini hudrað fólk. Hetta kom av, at familjan Hjelm savaðist og mintist ein ættfaðir, Íslans við børnunum hjá Akka, sum gekk burtur í 1926, og íslendska kona hansara flutti aftur til íslands. Eini 100 íslendinhgar vitjaðu Vág í samband við avdúkingina

Á jóansøku herfyri fekk Hjelm-ættin á Krosslið í Vági vitjan av ættfrændum í Íslandi.

Talan var um eitt ferðalag, ið taldi umleið 100 fólk, og felags fyri hesi var, at tey vóru ættað frá Jógvani og Guðju Hjelm við Krosslið. Tey áttu 9 børn saman.

Aftur á slóðina
Nevndi Jógvan Hjelm gekk burtur við motorbátinum "Stjørnuni" á útróðri fyri vestan av Eiðinum í 1926. Umframt Jógvan, sjólótust sonur hansara Martin, beiggi hansara Jaspur og synir hansara Anton og Esbern. Henda dagin gjørdist 15 børn faðirloyingar.

Akka Hjelm við Krosslið átti 4 synir og fingu 3 teirra, Jógvan, Jaspur og Marius váta grøv. Av synum hansara untist tað bert tiltikna sjógarpinum Dánjali at liva til ellisár og verða lagdur til hvíldar vesturi á Kirkjukletti.

Kona Jógvan, Guðja, var íslendsk, og stutt eftir at Jógvan var burturgingin, flutti Guðja aftur til Ísland og hevði øll børnini við. Har eru tey vorðin fjølment, og nú á døgum eru um 300 íslendingar, sum eru beinleiðis eftirkomarar frá Jógvani og Guðju Hjelm.

Á jóansøku í ár nýttu so ein partur av eftirkomarunum høvi at vitja aftur á fedranna stað, har ættfrændir teirra í Vági fyriskipaði móttøku av teimum. Í samband við vitjanina var minnissteinur avdúkaður og er hesin minnissteinur ognaður Jógvani og Guðju Hjelm - og børnum teirra. Ætlanin er at minnisplátur skulu setast á steinin, til minnis um tey, sum leitaðu av fedranna garði vestur í hav. Longu nú er ein minnispláta komin á steinin og væntandi verða hinar settar á so hvørt. Í samband við avdúkingina av steininum var samkoma á Krosslið, har røður vóru hildnar, sangir sungnir og fekk Dánjal Johan Hjelm heiðurin at avdúka steinin.