Løgreglan í Keypmannahavn óttast, at ein bussur, sum bleiv stolin í Keypmannahavn í nátt, skal brúkast í eini yvirgangsatsókn. Hon hevur tí seinnapartin sent eina eftirlýsing út eftir bussinum.
Talan er um ein belgiskan ferðafólkabuss, sum mikunáttina var parkeraður á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Løgreglan hevur ta fatan, at bussurin er stolin onkuntíð millum klokkan 10 týskvøldið og klokkan 7 í morgun. Bussurin er stolin, meðan ferðafólkini svóvu á einum gistingarhúsi.
Orsaka av hendingunum í Evropa seinastu tíðina hevur løgreglan valt at vísa hesum stuldrinum serligan ans, greiðir Peter Buhl, varasjefspolitiinspektørur í Keypmannahavn, frá til Ekstrablaðið.
- Tað er týdningarmikið fyri meg at gera greitt, at vit ikki hava ábending um, at talan er um annað enn vanligan brúksstuldur. Men tá yvirgangshóttanin í Danmark er sum hon er, við eyka fyrivarni, hava vit valt at eftirlýsa bussin. Tað ræður um at vera fyrivarin, og tí ynskja vit at finna bussin sum skjótast, sigur Petur Buhl í tíðindaskrivi sambært Ekstrabladet.dk.