Óttast oljudálking í Arktis

Eitt óhapp við oljudálking í tí arktiska økinum kann fáa sera álvarssamar avleiðingar, og tí hava myndugleikarnir í Kanada latið teimum norðastu bygdunum útgerð, sum skal vera til taks, um tann veksandi skipaferðslan fer at elva til oljudálking.

Broytingin í veðurlagnum hevur gjørt, at skip kunnu sigla í teimum arktisku økjunum ein størri part av árinum, og við tí veksur vandin fyri dálking.

Canadian Press skrivar, at ætlanin hjá stjórnini, at 18 bygdir skulu hava neyðútgerð til eina møguliga oljudálking.