Óttast nýggja motorsúkklumentan

- Higartil eru vit sloppin undan eini motorsúkklumentan í Føroyum, men hetta rák tykist nú venda, sigur Jón Kraagesten av Ferðslutrygd. Sambært hagtølunum er motorsúkklan nógv vandamiklasta akfarið, og tí eru allar orsøkir at óttast sambært Jón Kraagesten

Í kjalarvørrinum av tilburðinum í Suðurstreymoy í gjár hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd fingið nakað at hugsa um, og eru tey tilvitað um vaksandi motorsúkkluvirksemi í Føroyum. Jón Kraagesten av Ferðslutrygd sigur, at tey einki hava ímóti, at tilkomin fólk hava hetta sum ítriv við trygdini í hásæti, men hann óttast avleiðingarnar av hesum ráki.

Motorsúkklan vandamiklast
- Fleiri og fleiri stórar motorsúkklur koma til landið, og meðan áhugabólkar hugna sær við hesum akførum, eru bivirkningarnir, at ungdómar keypa sær hesar motorsúkklur og koyra alt ov skjótt, so hetta gerst ein stórur vandi fyri bæði teir og onnur á vegunum í Føroyum, sigur Jón Kraagesten.
Hann heldur, at motorsúkklufejpparar hava dugað væl at marknaðarføra hetta akfar seinastu tíðina, men hann óttast saman við øðrum avleiðingarnar av hesum, tá tilburðir sum í gjár henda.
- Higartil eru vit sloppin undan eini motorsúkklumentan í Føroyum, men hetta rák tykist nú venda, tí motorsúkklurnar gerast alt betri umtóktar, og tá motorsúkklan sambært hagtølunum er nógv vandamiklasta akfar, hava vit orsøk at óttast og fara undir fyribyrgjandi virksemi, sigur Jón Kraagesten av Ferðslutrygd.

21 ára aldursmark
Jón Kraagesten vísir á tað, Ferðslutrygd fyrr hevur mælt politiska mydnugleikanum at taka stig til.
- Vit halda, at meðan aldursmarki fyri knallertum kundi verið 15 ár, eigur aldursmarkið fyri stórum motorsúkklum at hækka frá 18 og til 21 ár, samstundis sum hægstamark fyri ferð framvegis skal vera 80 km/t, sigur Jón Kraagesten avgjørdur.

Tingmenn ósamdir
Hetta evnið hevur verið viðgjørt í tinginum, og har hevur tingmaður Sambandsfloksins, Marjus Dam, mælt til at lækka avgjaldið á motorsúkklur við tí grundgeving, at nýggjar motorsúkklur eru tryggari enn gamlar.
Hinvegin vísir tingmaður Fólkafloksins, Andrias Petersen, á, at jú fleiri motorsúkklur vit hava, jú størri verður vandin fyri vanlukkum á vegunum, tá motorsúkklan sambært hagtølunum er so vandamikil. Hesir tingmenn umboða sambært Jón Kraagesten hvør sín vong á økinum, men enn er eingin avgerð tikin.